Løfven verður forsætisráðharri

Løfven verður forsætisráðharri
Svenski ríkisdagurin fer í dag at velja Stefan Løfven til forsætisráðharra
 
18.01.2019 - 07:53

Vinstriflokkurin fer at atkvøða blankt, og tí er greitt, at Løfven fær ikki meiriluta ímóti sær í ríkisdegnum.

Stefan Løfven hevur verið virkandi forsætisráðharri síðani ríkisdagsvalið í heyst.

Javnaðarflokkurin og Umhvørvisflokkurin fara at skipa nýggja stjórn, og teir fáa stuðul frá Miðflokkinum og Liberala flokkinum.

Tilsamans hava hesir flokkarnir 167 atkvøður í ríkisdegnum.

Vinstriflokkurin hevur 28 sessir, og hevði verið tungan á vágskálini.

Men formaðurin í Vinstraflokkinum sigur, at flokkurin fer at atkvøða blankt, tí hann hevur fingið vissu fyri, at Vinstriflokkurin eisini fær ávirkan á politikkin hjá nýggju stjórnini.

Andstøðuflokkarnir, sum eru Moderati flokkurin, Kristnu demokratarnir og Svøríkisdemokratarnir, hava tilsamans 154 sessir.

Drude Dahlerup, professari í statsvísindum á lærda háskúlanum í Stokkhólmi, sigur við Ritzau, at tað verður baldrut hjá nýggju stjórnini, tí hon er ein minnilutastjórn, og flokkar á báðum veingjum kunnu fella hana.

- Flokkarnir hava góðan vilja at lata stjórnina royna seg, men eingin ivi er um, at tað verður ófriðarligt á politiska pallinum í Svøríki, sigur Drude Dahlerup. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860