Ísurin í Grønlandi bráðnar við rúkandi ferð

Ísurin í Grønlandi bráðnar við rúkandi ferð
Burturbræðingin er ferfaldað eftir bara tíggju árum, kemur fram í nýggjari frágreiðing
Sambært einari nýggjari kanning, hvurvu tað í 2003 111 rúmkilometrar av innlandsísinum í Grønlandi. 10 ár seinni var talið vaksið til 428 rúm kilometrar
 
22.01.2019 - 07:09

Ísurin í Grønlandi bráðnar við rúkandi ferð. Burturbræðingin er ferfaldað eftir bara tíggju árum, kemur fram í nýggjari frágreiðing, sambært DR.

Sambært einari nýggjari kanning, hvurvu tað í 2003 111 rúmkilometrar av innlandsísinum í Grønlandi. 10 ár seinni var talið vaksið til 428 rúm kilometrar.

Ein granskari, sum hevur gjørt kanningina, er bilsin um, at ísurin í Útsynningsgrønlandi eisini bráðnar so skjótt. Tí higartil hava eyguni serliga verið vend móti burturbræðingini í útnyrðings- og landsynningspartinum í Grønlandi.

Kanningin gjørd yvir 13 ár

- Í framtíðini fer bræðingarvatnið frá teimum økjunum mest sannlíkt at gera sítt til, at høvini í heiminum fara at fløða meira, sigur Abbas Khan, granskari á DTU í Danmark.

Tá granskarar í kanningini koma til ta niðurstøðuna, at tað eisini hvørvur ein stórur partur av ísi í hesum partinum av Grønlandi, merkir tað, at øki, har eingir gletsjarar eru, eisini fara at ávirka, hvussu høvini fara at fløða, bara tí luftin verður heitari.

- Tað merkir, at ísurin í teimum økjunum eisini ger sítt til, at høvini í heiminum fløða í sama ella størri mun enn í økjunum, har gletsjarar eru, sigur Abbas Khan, granskari.

Í kanningini hava granskarar bæði greinað fylgisveinamyndir av Grønlandi og samanborið úrslitini við mátingar. Kanningin varð gjørd frá 2003-2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902