Føroyar heimavøll í Keypmannahavn

Føroyar heimavøll í Keypmannahavn
Føroyska hondbóltslandsliðið fær nú heimavøll í Keypmannahavn
 
29.01.2019 - 18:25

Manslandsliðið í hondbólti spælir komandi heimadystin, sum er ímóti Ukraina 13. apríl, í Royal Arena í Keypmannahavn.

Royal Arena hevur júst verið karmur um nakrar dystir í heimsmeistarakappingini hjá monnum.

Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM-umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag.

Føroyar og Ukraina spæla klokkan 17.45. Danmark og Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð.

Av tí, at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøv, má føroyska manslandsliðið spæla sínar dystir uttanlands.

Tann fyrsti heimadysturin var spældur í Skjern Arena. Nú verður spælt í Royal Arena men enn er ikki greitt hvar triðji og seinasti EM-dysturin skal spælast.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946