Trump og Kim hittast aftur í hesum mánaðinum

06.02.2019 - 15:36
AktueltÚtheimurin
Trump og Kim hittast aftur í hesum mánaðinum
Toppfundurin verður helst í Vjetnam
 

Donald Trump, forseti, upplýsti í røðu síni fyri kongressini í nátt, at hann fer at hitta norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, í Vjetnam seinast í hesum mánaðinum. 

Einki verður sagt um, hvar í Vjetnam teir báðir leiðararnir fara at hava toppfund, men eygleiðarar siga, at tað er neyvan at tilvild, at  fundurin verður í Vjetnam. 

Philip Kokhar, tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Asia, sigur, at tað er helst Norðurkorea, sum hevur strongt á, at fundurin verður í Vjetnam.

- Landið er kommunistiskt, men Vjetnam hevur havt kapitalistiskan marknaðarbúskap í áratíggju. Men norðurkoreanararnir kunnu vísa á, at landið er kommunistiskt, sigur Philip Khokhar.

Kinesiski forsetin við

Seinastu dagarnar hevur eisini ljóðað, at kinesiski forstein, Xi Jinping, verður staddur í Vjetnam, tá Trump og Kim hava toppfund.

Amerikanski og kinesiski forsetin fara væntandi at samráðast um handilskríggið, sum er millum bæði londini. 

At Xi Jinping eisini verður staddur í Vjetnam, kann fáa týdning fyri samráðingarnar við Norðurkorea, sigur tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Asia. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Umhvørvið og eg - klæðir
111635
Sunnudag 2. august
Frá stríðsárunum (5:15)
110845
Sunnudag 2. august
Samfelagsmøti hjá Brøðrasamkomuni
111922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807