Eiga at minka útreiðslurnar til rakstur

Eiga at minka útreiðslurnar til rakstur
Rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum eiga ikki veksta meira enn 3,5 prosent í 2020.Tað kemur fram í játtanarkørmunum hjá samgonguni.
 
30.03.2019 - 15:38

Kommunurnar eru tilsaman umleið ein triðingur av almenna geiranum. Í játtanarkørmunum verður mett, at kommunali raksturin í 2018 er vaksin umleið 1,85 milliard, tað eru umleið 5 prosent meir enn í 2017.
Fíggjarmálaráðið metur, at útreiðsluvøksturin er ov høgur. Tí verður í játtanarkørmunum mælt til, at kommunurnar, tá tær fara undir arbeiðið við fíggjarætlanunum fyri 2020, leggja seg eftir, at rakstrarútreiðslurnar ikki vaksa við meira enn teimum 3,5 prosentunum, ið játtanarkarmarnir hjá landinum legggja upp til.
Eisini løguútreiðslurnar hjá kommnunum eiga at minka, sæst í játtanarkørmunum.
Fyri nøkrum árum síðani var árliga støðið á kommunualu løguútreiðslunum nakað niðanfyri 400 milliónir. Í 2018 fara tær at tátta í 700 milliónir krónir.
Sambært samtyktu fíggjarætlanunum hjá kommununum fyri í ár ætla kommunurnar at gera íløgur fyri 725 milliónir. Tá óbrúktar játtanir verða tiknar við, eru løgujáttaninar hjá kommunum omanfyri 1,1 milliard í ár.
Fíggjarmálaráðið metir, at støðið er ov høgt, og mælt verður tí í fíggjarkørmunum til, at kommunurnar samanlagt seta sær fyri at fáa løguútreiðslurnar niður aftur á eitt støði, sum liggur um 400 milliónir krónir árliga, sæst í uppskotinum til játtanarkarmar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860