Minst 29 fólk deyð í bussvanlukku

Minst 29 fólk deyð í bussvanlukku
Ein bussvanlukka á portugisisku feriuoynni Madeira hevur fyribils kravt 29 mannalív
Í minsta lagi 29 fólk eru deyð í einari ferðsluvanlukku á portugisisku feriuoynni, Madeira, tá hesin bussurin í gjárkvøldið fór út av vegnum í brattlendi
Mynd: AP  
 
18.04.2019 - 09:10

Minst 29 fólk eru deyð í eini bussvanlukku á portigisisku feriuoynni, Madeira, í gjárkvøldið, skriva tíðindastovurnar hjá Ritzau og Reuters.

Øll tey deyðu í bussvanlukkuni eru týsk ferðafólk, sigur lokali borgarastjórin við tíðindastovurnar. Sambært borgarastjóranum eru øll tey deyðu úr Týsklandi, men tað er ikki óhugsandi, at onnur eisini eru deyð í bussvanlukkuni. 

Eingin fráboðan um danir

Portugisiski forsetin, Marcelo Rebelo de Sousa, sigur hinvegin sambært portugisiska miðlinum, SIC Notícas, at millum tey deyðu eru eisini fólk úr Portugal, men at tey flestu eru úr Týsklandi.

Týska sendistovan upplýsir sambært tíðindastovuni, AFP, at týskarar eru millum tey deyðu, men sendistovan upplýsir ikki, hvussu nógv fólk talan er um.

Danska uttanríkisráðið boðaði seint í gjárkvøldið frá, at ráðið ikki hevði fingið fráboðan um, at donsk ferðafólk høvdu verið við í vanlukkubussinum.

Gott veður, har vanlukkan hendi

Bussurin fór eftir øllum at døma út av vegnum í brattlendi, eystan fyri Funchal, høvuðstaðin í landspartinum Madeira, sigur lokali borgarastjórin.

Fólk á staðnum siga, at veðrið var gott, tá bussvanlukkan hendi tíðliga í gjárkvøldið. Myndugleikarnir kanna nú, hví bussvanlukkan hendi.

Lokalu myndugleikarnir upplýsa sambært týsku heimasíðuni hjá Bild, at tað vóru 17 menn og 11 kvinnur, sum doyðu í bussvanlukkuni í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860