Vantandi viðgerð fyri bróstkrabba

Vantandi viðgerð fyri bróstkrabba
Illgruni er um, at kanningarnar ikki hava verið nóg neyvar, tá illgruni hevur verið um bróstkrabba
 
22.05.2019 - 18:17

Danska løgreglan hevur skuldsett Region Sjælland og fleiri leiðandi starvsfólk fyri brot á revsilógina og autorisatiónslógina í sambandi við vantandi handfaring av sjúklingum, sum hava fingið ávising frá egnum lækna at fara til kanningar, tí illgruni er um brótskrabba. 

Hetta skal verða hent í árunum 2013 til 2017, - ein yvirlækni á sjúkrahúsinum gjørdi myndugleikarnar varugar við støðuna.

Løgreglan hevur framt fleiri húsarannsóknir í Sjællandi, sum partur av kanningararbeiðinum.

Løgreglan og læknafakligir serfrøðingar hava kannað journalir á Ringsted Sjúkrahúsinum hjá fleiri túsund kvinnum, sum eru kannaðar, og fleiri hundrað kvinnur eru kannaðar umaftur. 

Fyribils er staðfest, at 304 kvinnur hava fingið staðfest bróstkrabba eftir 1. januar 2013, og sum møguliga ikki hava fingið neyðugu kanningarnar, skrivar DR.

Illgruni er um, at kanningarnar ikki hava verið nóg neyvar, tá illgruni hevur verið um bróstkrabba.

Kvinnurnar vóru, eftir tilvísing frá egnum lækna, bara til mammografi á sjúkrahúsinum í Ringsted, hóast reglurnar siga, at lækni skal kannað, um knútar eru í bróstinum, og gera ultraljóðkanning, skrivar DR.

Danka løgreglan vísur ikki aftur, at møguliga verða fleiri skuldsetingar í málinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902