Reyður blokkur fremstur í eftirvalskanning

bannari
Reyður blokkur fremstur í eftirvalskanning
Tá klokkan gjørdist 20 og donsku valstøðini lótu aftur, kunngjørdi DR úrslitini av einari umfatandi eftirvalskanning
 
05.06.2019 - 19:13

Ein eftirvalskanning er øðrvísi enn ein veljarakanning á tann hátt, at veljarar eru spurdir, hvussu tey hava atkvøtt, tá tey koma út av valstaðnum, meðan ein veljarakanning spyr veljarar áðrenn eitt val, hvussu tey ætla at velja.

 

190605_FV_EXITPOLL_DK

 

Kanningin vísir, at reyði blokkur við Socialdemokratunum og Mette Frederiksen á odda fer at vinna valið, tí reyði blokkurin fær 90 sessir, meðan blái blokkur við Lars Løkke Rasmussen og Vinstra á odda, fær 75 sessir.

Reyði blokkur eru teir flokkar, sum peika á Mette Frederiksen sum forsætirsráðharra. Teir eru Socialdemokratarnir, Eindarlistin, Radikali Vinstri og Sosialistiski Fólkaflokkurin.

Tann flokkur, sum sær út til at missa mest, er Danski Fólkaflokkurin, sum fer frá 37 sessum til 18, um henda kanning er eftirfarandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946