94 ítróttarfólk til Gibraltar

bannari
26.06.2019 - 08:08
ÍtrótturAnnar ítróttur
94 ítróttarfólk til Gibraltar
Í døgunum 7. til 12. juli eru Oyggjaleikir í Gibraltar. 94 ítróttarfólk umboða Føroyar í 10 ítróttargreinum
Bogaskjóting er ikki við á Oyggjaleikunum í Gibraltar 2019. Fyri tveimum árum síðani vunnu føroysku bogaskjúttarnir sjey gull á leikunum í Gotlandi.
Mynd: © Savnsmynd  
 

Oyggjaleikirnir 2019 nærkast, og hósdagin 4. juli fer føroyska ferðalagið avstað.

94 ítróttarfólk skulu kappast á leikunum, sum verða hildnir í døgunum 7. til 12. juli.

Føroyingar kappast í 10 ítróttargreinum, og tær eru: 

  • Badminton
  • Borðtennis
  • Frælsur ítróttur
  • Skjóting
  • Judo
  • Tennis
  • Kurvabóltur
  • Svimjing
  • Súkkling og triatlon

 

Heiðursmerkjaslúkar mangla

Ítróttargreinir sum fimleikur, bogaskjóting og flogbóltur eru ikki við á leikunum hesaferð, og tað kann fara at merkjast í samlaðu heiðursmerkjaúrtøkuni, tí Føroyar klára seg vanliga væl í hesum trimum greinunum. 

Í Gotlandi fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar tilsamans 34 heiðursmerki í flogbólti, bogaskjóting og fimleiki. Harav vóru 11 gullmerki. 

oyggjaleikir.jpg

Frítekst tagging: 
Aron Jacobsen við nøkrum av sínum heiðursmerkjum á leikunum í Gotlandi. Tá vunnu fimleikararnir tilsamans 19 heiðursmerki, fýra úr gulli. Hesaferð er fimleikur ikki við.
 

Á leikunum í 2017 endaðu Føroyar á øðrum plássi í samlaðu støðuni. Isle of Man vann leikirnar í Gotlandi, men Føroyar vunnu tilsamans 87 heiðursmerki, sum er tað mesta nakrantíð. Av teimum 87 vóru 30 úr gulli. 

Hinvegin eru ítróttargreinar sum svimjing, badminton og judo við, og tað eru kappingar, har Føroyar vanliga standa seg væl. 

Judo er við aftur fyri fyrstu ferð í 10 ár, og tað verður spennandi at síggja, hvussu ítróttarliga stigið og avrikið hjá føroysku íðkarunum er samanborið við hinar oyggjarnar. 

 

Gibraltar á øðrum sinni

Vertur fyri oyggjaleikunum í ár er Gibraltar. Leikirnir hava verið í oynni fyrr, tað var í 1995. 

Tá vann oyggin, Jersey, leikirnar við til samans 99 heiðursmerkjum.

Úrtøkan hjá Føroyum var 39 heiðursmerki, og tað rakk til eitt sætta pláss við 10 gull, 14 silvur og 15 bronsuheiðursmerkjum. 

 

30 ár síðani leikirnar í Føroyum

Í summar eru 30 ár síðani, at Oyggjaleikir vóru í Føroyum.

Tað er størsta ítróttarkapping, sum Føroyar hava hýst, og tá kappaðust 800 ítróttarfólk úr 15 oyggjasamfeløgum í Føroyum í 1989. 

Lurta eftir sendingini, 30 ár síðan oyggjaleikir í Føroyum.

Oyggjaleikirnir í Gibraltar 2019 verða settir leygarkvøldið 6. juli. 

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. september
Nón - TemaTýsdagur 17.09.2019
98843
Týsdag 17. september
B36 tók risafet móti FM
98827
Mánadag 16. september
Norðurljóð 16.september 2019
98795
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. september
Móttøka í Tinganesi
98789
Mánadag 16. september
3-2
98799
Sunnudag 15. september
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
98752
Sunnudag 15. september
Andakt við Randi Froyseth
98749
Fríggjadag 13. september
Kaj Klein konsert í Maggies
98618