Fólkatalið vaks yvir 20 prosent í morgun

Fólkatalið vaks yvir 20 prosent í morgun
Fólkatalið í Havnini vaks yvir 20 prosent í morgun, tá ferðamannaskipið Ventura kom við sløkum 4.200 fólkum
Nógv ferðafólkaskip koma til Føroya í summar
 
26.06.2019 - 13:35

Ferðafólkini eru 3.030, og í manningini eru 1.167 fólk. Nevnivert er, at 100 ferðafólk eru í koyristólum. Skipið, sum kom á Havnina í morgun, er millum størstu skip, sum hava verið her.

Skipið, sum er enskt, er 290 metrar langt og 116.000 bruttotons. Ventura er tó ikki longsta skip, sum hevur verið á Havnini. Tað longsta er 294 metrar langt.

Til samanberingar kann nevnast, at Norrøna er 168 metrar long og Smyril er 138 metrar langur. Ventura kemur úr Southampton og fer til Akureyrar klokkan fimm seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012