IS er komið fyri seg aftur

IS er komið fyri seg aftur
Islamski yvirgangsfelagsskapurin, IS, er ikki niðurbardur. Hann livir í øllum góðum í duldum í Irak og Sýria
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
01.07.2019 - 07:10

Og skjótt er hann førur fyri at taka býir og landøki í báðum londunum, - og sostatt endurstovna kalifatið. Tað stendur í nýggjari frágreiðing hjá amerikansku hugsunarsmiðjuni - Institute for Study of War, stytt ISW. 

Í frágreiðingini verður víst á, hvussu IS hevur ment seg frá al Keida í Irak, skrivar norska tv2. Í 2011 niðurbardu amerikonsku herdeildirnar Al Keida. Tá vóru bara 700 til 1.000 stríðsmenn eftir í felagsskapinum.

Abu Bakr al Bagdhadi tók leiðsluna í al Keida, og felagsskapurin broytti navn til ISIS, sum er stytting fyri "Islamskur Statur í Irak og Sýria", - seinni stytt til IS. 

Trý ár seinni, í juni 2014, boðaði Abu Bakr al Bagdhadi frá, at Kalifatið varð stovnað í Irak og Sýria. Tá hevði IS tikið valdið í næststørsta býnum Mosul og í sínum nýggja høvuðsstaði, Raqqa, í Sýria. Fleiri 10-túsundtals hermenn við vápnum vóru tá í IS.

Í februar í fjør vórðu seinastu restirnar av landafrøðiliga Kalifatinum niðurbardar í Baghouz í Sýria. Men hendan ósigur hevði leiðslan í IS fyrireikað seg til. 

Fjala seg

Í dag eru millum 15-túsund og 20-túsund IS-krígsmenn í tí dulda.

Og IS-felagsskapurin verður, sambært frágreiðingini hjá amerikonsku hugunarsmiðjuni, endurreistur nógv skjótari og verður nógv vandamiklari, enn hann var í 2011. Sambært frágreiðingini var ætlan fyri endurreisingina klár langt áðrenn Kalifatið fall.

Fleiri av elitu-hermonnunum vóru tiknir úr MOsul, Raqqa og øðrum býum, áðrenn hesir vóru feldir. Elituhermenninir vórðu fluttir til trygg støð í Irak og Sýria. Í dag fjala teir seg í fjallalendi, í oyðimørkini og í bygdum, har sunni-muslimar stuðla teimum.

Toppleiðslan í IS er framvegis virkin, hóast fleiri leiðarar eru dripnir.

Al Bagdhadi ruddar

Abu Bakr al-Bagdhadi hevur styrkt sína støðu, og hevur í dag størri vald á uppreistrardeildinum. Hann hevur ruddað í felagsskapinum, - m.a. fleiri imamar og aðrar leiðarar, sum hava verið ósamdir við hansara tulking av koranini.

Hann hevur eisini koyrt ódugnaligar, ólýdnar og óálítandi hernaðarligar leiðarar úr felagsskapinum. 320 IS-stríðsmenn skulu verða avrættaðir eftir boðum frá Al Bagdhadi, - m.a. fleiri herleiðarar í yvirgangsherinum.

Væl fyri fíggjarliga

IS hevur í dag stórar vápnagoymslur í Irak og Sýria. Felagsskapurin skal eisini framvegis liggja inni við stórum peningaupphæddum, stendur í frágreiðingini, sambært norska tv2. 

Felagsskapurin skal m.a. hava gjørt íløgur fyri 10-tals miljónir dollarar í bygningar, biltváttingarfyritøkur og aðrar lógligar fyritøkur í øllum Miðeystri. 

Eisini propaganga-apparatið er endurrerist, stendur í frágreiðingini sambært norska tv2.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860