Partafelag skal krevja gjald í fýra tunlum

Partafelag skal krevja gjald í fýra tunlum
Innkrevjingin hjá øllum undirsjóvartunlunum er nú í einum partafelagi, P/f Tunnil, sum varð stovnað 28. juni
Vágatunnilin er fyrsti undirsjávartunnil í Føroyum.
 
09.07.2019 - 12:19

Innkrevjingin hjá øllum undirsjóvartunlunum er nú í einum partafelagi, P/f Tunnil, sum varð stovnað 28. juni.

P/F Norðoyatunnilin, P/F Eystur- og Sandoyartunlar og P/F Vágatunnilin stovnaðu nýggja felagið við 510.000 krónum í partapeningi.

Nýggja partafelagið hevur heimstað á Heiðavegi í Saltangará, hagar Norðoyatunnilin og Vágatunnilin flyta úr Havn.

Í nevndini í P/f Tunli eru Teitur Samuelsen í Havn, hann er formaður, Marita Suanna Hentze á Argjum og Dánial Tummas Thomsen í Sandavági.

Uni Danielsen í Hoyvík er stjóri.

Endamálið hjá nýggja felagnum er at krevja inn pengar fyri at brúka teir fýra undirsjávartunlarnar.

Felagið kann eisini umsita innkrevjing fyri onnur feløg og stovnar, bæði privat og almenn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444