Ikki á nøkrum lista enn

bannari
Ikki á nøkrum lista enn
Løgtingsmaðurin Kristin Michelsen er ikki á nøkrum valevnislista enn
Kristin Michelsen er ikki á nøkrum lista enn
 
14.08.2019 - 12:39

Hann fekk 302 atkvøður á listanum hjá Javnaðarflokkinum í 2015. Hann bleiv nummar sjey á tí listanum.

Men Javnaðarflokkurin vil ikki hava Kristin Michelsen á listan hesaferð. Hildið hevur verið, at Kristin Michelsen fór at stilla upp fyri Sambandsflokkin.

Men listin hjá Sambandsflokkinum er liðugur. Og har er Kristin Michelsen ikki. Freistin at stilla upp er tó ikki farin enn. Hon er til leygardagin klokkan 18:00.

Sjálvur hevur Kristin Michelsen onga viðmerking í dag. Hann vil heldur ikki siga, um hann gevst í landspolitikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537