Má velja annan sessin

bannari
Má velja annan sessin
Kristin Michelsen skal velja millum borgarstjórasessin og løgtingssessin. Býráðið hevur enn einaferð samtykt, at hann ikki kann sita í báðum støðum
Meirilutin í Tvøroyrar kommunu hevur enn einaferð samtykt, at Kristin Michelsen skal velja ímillum løgtingssessin og borgarstjórasessin
 
13.09.2019 - 12:29

Meirilutin í Tvøroyrar kommunu hevur enn einaferð samtykt, at Kristin Michelsen skal velja ímillum løgtingssessin og borgarstjórasessin. Tað skrivar in.fo

Tvøroyar kommuna hevur fyrr samtykt, at Kristin Michelsen kann ikki bæði vera løgtingsmaður borgarstjóri í senn. Tað var í desember í 2018, men Kristin Michelsen hevur ikki virt hesa avgerðina, og hevur røkt bæði størvini. 

Misti meirilutan í fjør

Í 2018 misti Kristin Michelsen meirilutan í Tvøroyrar býráð, tí Kristina Roest broytti støðu, og nýggi meirilutin tók tá loyvi hjá borgarstjóranum, at røkja báðar sessir, aftur.

Kristin Michelsen sýtti fyri at gera, sum meirlutin segði - millum annað við tí grundgeving, at loyvið, sum býráðið gav honum, at røkja báðar sessir, var galdandi fyri alt valskeiðið.

Men nú er eitt nýtt løgtingsvalskeið byrjað, og meirilutin í Tvøroyar býráð hevur tí aftur samtykt, at Kristin Michelsen skal velja millum tingsessin og borgarstjórasessin. 

Fýra atkvøddu fyri, tvey ímóti

Av tí, at Kristin Michelsen fyrr hevur sýtt fyri, at gera, sum kommunustýrið hevur avgjørt, vil meirilutin, at Jógvan Páll Lassen, advokatur, skal taka sær av málinum, og at meirilutin í býráðnum kann samskifta beinleiðis við hann, uttan um borgarstjóran og hansara umsiting.

Kristin Michelsen vil ikki gera viðmerkingar til málið í dag, men setur spurnartekin við, um býráðið hevur loyvi til at gera av, at ein sakførari skal taka sær av málinum uttan um seg og umsitingina hjá sær. 

Fýra atkvøður vóru fyri, at áleggja Kristini Michelsen, at velja millum løgtingssessin og borgarstjórasessin, ein var blonk og tvær ímóti. 

Býráðið onga viðmerking

Súsanna Bertholdsen, Kristina Roest, Bogi Johannesen og Annika Pearce, sum var á fundi fyri Bjarna Hammer, atkvøddu fyri. Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen atkvøddu ímóti, og Anfinn Leo, sum var á fundi fyri Kristin Michelsen, atkvøddi blankt.

Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen halda ikki, at heimildin, at røkja bæði størvini, kann takast aftur, uttan at borgarstjórin er hoyrdur, og uttan at koma við grundgevingum fyri tí, stendur í frásøgnini frá fundinum.

Tað hevur ikki eydnast, at fáa nakra viðmerking frá Tvøroyrar býráð til hesa greinina. Kommunala eftirlitið vil heldur ikki viðmerkja málið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860