Eftirlýsti fraklendingurin hevur gist í Føroyum

Eftirlýsti fraklendingurin hevur gist í Føroyum
Løgreglan í Føroyum hevur fingið nakrar fráboðanir um eftirlýsta fraklendingin, sum er horvin
Fraklendingurin Bastien Porée, sum løgreglan sóknast eftir, hevur gist í Føroyum, upplýsir løgreglan
Mynd: politi.fo  
 
04.10.2019 - 16:40

Tað seinasta, fólk vita um mannin, er, at hann er farin umborð á Norrønu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya.

Hildur Hentze, vaktleiðari á politistøðini, sigur, at løgreglan í Føroyum nú hevur staðfest, at maðurin hevur gist í Føroyum í februar mánaði í ár.

Hava kannað vakmyndatól

Nú kannar løgreglan slóðir í sambandi við, at hann hevur nýtt íslendskt gjaldskort í Føroyum, sum kann vísa, hvar hann hevur verið og kanska hvar hann er.

Løgreglan hevur eisini fingið fráboðan frá fólki, sum hildu seg hava sæð mannin í Kollafirði. Løgreglan hevur kannað vakmyndatól, sum vísur, at hetta var ikki maðurin.

Maðurin, sum eitur Bastien Porée, er 31 ára gamal. Hann er 182 sentimetrar høgur, klænur, hevur blá eygu og piercing í høkuni og í høgra oyra. 

Óvist um hann farin av landinum aftur

Staðfest er, at maðurin er komin til Føroya, men hann stendur ikki á nøkrum lista yvir ferðafólk, sum eru farin avaftur landinum, hvørki við Norrönu, SAS ella Atlantic Airways.  

Familjan sigur, at maðurin hevði tunglyndi, og eftir at hann varð sagdur úr starvi, hevði hann brúk fyri at fáa luft, og um heystið 2018 fór hann til Íslands. Familjan hevði av og á samband við mannin, seinast í januar í ár, og vinmaður Bastien Porée seinast í februar í ár.

Tey, sum vita eitthvørt um mannin at siga, verða vinarliga biðin um at seta seg í samband við politiið, sum hevur telefonnummar 114.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860