Fyrstu læknarnir fluttir inn

Fyrstu læknarnir fluttir inn
Teir fyrstu kommunulæknarnir eru nú fluttir inn i nýggju viðtaluhølini við Kirkjustræti í Hoyvík
Teir fyrstu av teimum fimm kommunulæknunum, sum skulu húsast við Kirkjustræti í Hoyvík, eru nú fluttir inn. Myndin er ikki nýggj
 
07.10.2019 - 08:13

Tilsamans fimm kommunulæknar skulu húsast í nýggju viðtaluni. Tríggir læknar vera á ovaru hæddini og tveir í neðra.

Nýggi bygningurin er 1.250 fermetrar til støddar í tveimum hæddum, og 40 parkeringspláss hoyra til.

Leiguavtala gjørd fyri 15 ár

Kommunulæknarnir, sum vera við Kirkjustræti, eru Bjarni Wardum, Turið Holm Johannesen, Amalia Danielsen, Birni Hansen og Guðrun Mortensen.

Nú eru øll 14 kommunulæknastørvini í Tórshavnar kommunu sett, og øll hava nú kommunulækna, segði kommunan fyrr í ár.

Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at leiga bygningin við Kirkjustræti í 15 ár. Mánaðarleigan er 128.000 krónur, tilsamans 23 milliónir krónur tey 15 árini, leiguavtalan er galdandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946