KÍ eru føroyameistarar

26.10.2019 - 16:51
ÍtrótturFótbóltur
KÍ eru føroyameistarar
KÍ vann dystin móti B36 3-0 - og eru nú føroyameistarar
KÍ eru føroyameistarar
 

Fyri fyrstu ferð síðani 1999 hevur KÍ í dag vunnið sær heitið sum føroyameistarar í bestu mansdeildini í fótbólti.

 

Fleiri túsund fólk hava verið savnað í Gundadali í Havn í dag, til ársins finaludyst millum KÍ og B36. Bert fáar minuttir inn í dystin gjørdist tað tó greitt, hvønn veg tað bar. Tí KÍ legði seg á odda við tveimum málum og í seinna hálvleiki eydnaðist KÍ at økja til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Fyrr í dag segði Jákup Mørk, formaður í B36, at hann væntaði 5000 fólk í Gundadali í dag. Júst hvussu nógv fólk komu saman er enn ikki greitt, men givið er, at Gundadalur varð fullsettur til finalubrakið.

 

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlesturin leygardagurin 30.mai 2020
109170
Fríggjadag 29. mai
Góðan morgun Føroyar 29.05.2020
109499
Hósdag 28. mai
Breddin
109454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Úr savninum: Slóðarar 7:7
109459
Mikudag 27. mai
Vit venja við - 2
109392
Mánadag 25. mai
3-2
109292