Skjøl: Advokatur hevði duldan dupultleiklut

Skjøl: Advokatur hevði duldan dupultleiklut
Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, hevði duldan dupultleiklut, tá Landsverk yvirtók Asfaltverkið á Sundi, vísa skjøl.
 
15.11.2019 - 11:16

Skrivaði advokaturin sítt upprit áðrenn ella aftaná, at leigusáttmálin um Asfaltverkið á Sundi varð undirskrivaður?

Tað er stóri spurningurin, nú tað er komið fram, at Annfinn Vitalis Hansen, møguliga hevði ein dupultleiklut, tá Landsverk yvittók verkið í 2016.

Tí uppritið skrivaði hann. Tað vita vit. Vit hava tað uppá skrift.

Telduposturin koma aftaná

15. november 2016 sendir Annfinn Vitalis Hansen táverandi stjóra, Ewald Kjølbro, ein teldupost.

Har verður fyrst greitt frá, at tað er stjórin, sum hevur biðið advokatin, um eina løgfrøðiliga meting av leigusáttmálanum.

Síðani kemur ein síðulang frágreiðing, har advokaturin lýsir munin á leasing og vanligari leigu.

Og niðurstøðan er "at sáttmálin kann samanberast við ein vanligan leigusáttmála...", skrivar Annfinn Vitalis Hansen at enda í teldupostinum til Ewald Kjølbro.

Annfinn Vitalis Hansen hevur ikki viljað gjørt samrøðu við útvarpið, men noktaði fyrr í vikuni at hava havt ein dupultleiklut.

Um hann hevur gjørt okkurt arbeiði fyri Landsverk, so hevur tað verið aftaná, at sáttmálin varð undirskrivaður, sigur hann.

Tað er eisini rætt. Telduposturin er sendur Ewaldi Kjølbro 15. november 2016, sum er tríggjar vikur, eftir at leigusáttmálin varð undirskrivaður.

Skrivaði upprit til uppskot til leiguavtalu

Men eitt skjal, sum Kringvarpið hevur fingið innlit, sigur nakað annað.

Skjalið er ein frágreiðing til Samferðslumálaráðið, eftir at Landsgrannskoðanin hevur funnist at leigusáttmálanum.

Tá skrivar Ewald Kjølbro soleiðis:

"Fyri at tryggja, at leiguavtalan um asfaltverkið varð gjørd í samsvari við ásetingarnar - tað er sum ein vanlig leiguavtala, og ikki sum ein leasingavtala - varð ein løgfrøðilig meting gjørd av verandi uppskoti til leiguavtalu."

Við øðrum orðum - so skrivaði Annfinn Vitalis Hansen uppritið, tá leiguavtalan framvegis var eitt uppskot - og harvið áðrenn avtalan varð undirskrivað.

Aðalstjórin sigur "áðrenn"

Eisini táverandi aðalstjóran í Samferðslumálaráðnum, Rúni Joensen, vil vera við, at løgfrøðiliga metingin varð gjørd áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður.

Tað kemur fram í nýggjari frágreiðingini, sum fyrrverandi aðalstjórin, hevur gjørt um málið.

Í frágreiðingini, sum varð skrivað í síðstu viku, vísir Rúni Joensen til ein fund í Samferðslumálum við Landsverk um ætlaðu yvirtøkuna av Asfaltverkinum.

Tá Ewald Kjølbro kunnar um ætlaða leigumálið, nevnir hann eisini løgfrøðiligu metingina hjá Annfinni Vitalis Hansen.

Tann fundurin var, sambært Rúna Joensen, hildin 16. september 2016 - tað vil siga ein mánað áðrenn leigusáttmálin varð undirskrivaður. 

Nevndi ikki dupultleiklutin

Ewald Kjølbro nýtti tá løgfrøðiligu metingina hjá Annfinni Vitalis Hansen at rættvísgera, at sáttmálin var vanlig leiga. 

Men Ewald Kjølbro nevndi tó einki um, at Annfin Vitalis Hansen eisini var advokatur hjá mótpartinum, tá sáttmálin varð undirskrivaður.

"Landsverk hevur ikki upplýst málið á nøktandi hátt, skrivar Runi Joensen, Heldur er tað so, at upplýsingar eru afturhildnir fyri Samferðslumálaráðnum".

Víðari skrivar aðalstjórin, at "Um Landsverk hevði upplýst málið á nøktandi hátt, og ikki bara kunnað um tað, so hevði málið verið lagt fyri Fíggjarmálaráðið til góðkenningar".

Hálvt annað ár seinni - á heysti í fjør - staðfesti Landsgrannskoðanin, at sáttmálin um Asfaltverkið ikki var ein vanligur leigusáttmáli men skuldi viðgerast roknskaparliga sum eitt keyp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860