Joel og Ingilín kjakast um lýsingabløð

Joel og Ingilín kjakast um lýsingabløð
Tey 17.500 húskini í landinum fingu 385.000 kilo av lýsingabløðum í fjør
 
07.01.2020 - 14:09

Skulu lýsingabløð sendast við postinum til hvørt húski í landinum, ella skulu vit leita eftir tilboðunum á netinum?

Tað er spurningurin, sum Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, og Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, fara at kjakast um í Degi og Viku í kvøld. 

Spurningurin er reistur, eftir at FNU hevur víst eina mynd á Facebook av lýsingabløðum, sum eitt húski í Klaksvík savnaði saman  fjør.

17.500 húski í landinum fáa lýsingabløð.

Í fjør bar Posta tilboðsbløð út, sum vigaðu tilsamans 385.000 kilo.

FNU heldur, at at fólk eiga at boða frá, um tey vilja hava tilboðsbløð í postkassan, og ikki sum nú, at tú skalt boða frá, um tú ikki vil hava tilboðsbløð.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860