Vørubilar nógv dýrkaðir - nú verður lógin broytt

Vørubilar nógv dýrkaðir - nú verður lógin broytt
Ein nýggjur útrokningarháttur ger, at stórir vørubilar eru dýrkaðir millum 27 og 38 prosent
Akstovan hevur biðið Fíggjarmálaráðið broyta lógina
 
14.02.2020 - 09:03

Ein annar máti at rokna út CO2-útlátið hevur gjørt, at stórir vørubilar eru vorðnir dýrari, tí CO2-avgjaldið er vorðið størri.

Broytingin kom í einari lóg frá 2018. Men fyri vørubilar kom hon ikki í gildi fyrr enn 1.januar í ár.

Fyrr var útlátið mátað eftir einum kanningarhátti, sum eitur NEDC. Men í lógini frá 2018 varð hetta broytt til kanningarháttin, sum eitur WLTP.

27 til 38 prosent dýrari

Bilasølur hava nú gjørt vart við, at stórir vørubilar eru vorðnir nógv dýrari eftir lógarbroytingina. Munurin er millum 27 og 38 prosent.

Tað var ikki ætlanin, sigur Fíggjarmálaráðið, sum nú ætlar at broyta lógina aftur.

Farið verður tó ikki aftur til NEDC. Men avgjaldið eftir WTLP mátingini verður lækkað. 

Nógv færri bilar seldir

Akstovan hevur biðið Fíggjarmálaráðið broyta lógina. Akstovan sigur, at nógv færri stórir vørubilar verða seldir nú.

Avgjaldið fyri persónbilar hækkaði í meðal 20 prosent, tá farið varð at máta eftir WLTP leistinum.

Endamálið við lógarbroytingini nú er eisini at tryggja, at landskassin ikki verður noyddur at endurrinda ov nógv kravt CO2-avgjald í mun til ætlanina, tá lógin varð samtykt 2008, sigur Fíggjarmálaráðið.

Ætlanin var ikki, at stórir vørubilar skuldu rinda so stórt avgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860