Krevja Berlusconi dømdan fyri mutur

Krevja Berlusconi dømdan fyri mutur
Ákæruvaldið í Siena krevur, at fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, skal dømast fýra ár og tveir mánaðar fongsul
 
15.02.2020 - 17:37

Italska tíðindastovan, ANSA, skrivar, at Berlusconi er ákærdur fyri m.a. geva einum vitni pening fyri at fáa viðkomandi at geva falska frágreiðing. 

Formaðurin í Forza Italia skal hava rindað klaverleikaranum, Danilo Mariani, pening fyri at nokta fyri at sex-veitslur hava verið heima hjá Berlusconi. Ákæruvaldið krevur, at Danilo Mariani verður dømdur 4 ár og seks mánaðar fongsulsrevsing.

Málið er eitt av fleiri, sum stavar frá ákærunum móti Berlusconi, um at hann skal hava havt kynsligt samband við ómynduga prostitueraða gentu, sum er kend undir navninum "Ruby hjartatjóvurin". Berlusconi skal eisini hava rindað kvinnum, sum vóru við í sonevndum bunga-bunga-veitslum, - eisini "Ruby hjartatjóvi" pening afturfyri at tær lúgva um tað, sum hendi í hesum veitslunum.

Berlusconi varð fríkendur fyri at hava rindað "Ruby Hjartatjóvi" fyri kynsligt samband meðan hon var ómyndug, tí dómarin metti, at Berlusconi kundi ikki vita, at hon bara var 17 ára gomul, skrivar AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860