Lítla arbeiðsloysið rakar eisini handilsflotan

Lítla arbeiðsloysið rakar eisini handilsflotan
Umleið 1800 fólk eru knýtt av handilsskipavinnuni í Føroyum, bæði á sjógvi og landi
Jens Meinhard Rasmussen er formaður í Reiðarafelagnum fyri handilsskip
 
17.02.2020 - 15:13

Tørvurin er á arbeiðsmegi er ein støðug avbjóðing hjá limunum í Reiðarafelagnum fyri handilsskip. Tað er sera torført at fáa fólk til dagligu uppgávurnar, og handilsflotin verður sostatt eisini merktur av søguliga lítla arbeiðsloysinum í Føroyum.

Tað segði Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, í frágreiðing síni til aðalfundin í Reiðarafelagnum fyri handilsskip fríggjadagin.

Hann legði dent á, at tað hevur týdning, at Føroyar hava atgongd til somu marknaðir sum kappingarneytarnir. Felagið heldur, at ov lítið verður gjørt frá politiskari síðu. Serliga eru tað tvískattaavtalur og avtalur um cabotagusigling, sum vanta millum Føroyar og onnur lond, segði Jens Meinhard Rasmussen.

Umleið 1800 fólk eru knýtt at handilsskipavinnuni, bæði á sjógvi og landi.

Í nevndini fyri Reiðarafelagið fyri handilsskip eru Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, og nevndarlimir eru Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860