Hava skipað neyðstjórn í Ísrael

Hava skipað neyðstjórn í Ísrael
Avtalan merkir, at Netanyahu og Gantz býta forsætisráðharrasessin millum sín, og Netanyahu tekur fyrsta tørnið
Benny Gantz og Benjamin Netanyahu hittast í Tel Aviv í oktober 2019
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
21.04.2020 - 10:34

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur gjørt avtalu við andstøðuleiðaran og formannin í parlamentinum, Benny Gantz, um at skipa savningarstjórn. Tað boðar Netanyahu frá í tíðindaskrivi, sambært Reuters.

- Forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, og formaðurin fyri tey Blá-Hvítu, Benny Gantz, undiskriva nú avtalu um at skipa eina nationala neyð-stjórn, stendur í fráboðanini.

Avtalan merkir, at Netanyahu og Gantz býta forsætisráðharrasessin millum sín, skriva ísraelskir fjølmiðlar, sambært Reuters. 

Sambært fráboðanini tekur Netanyahu fyrsta tørnið, sum varar í 18 mánaðir. Netanyahu hevur eisini fingið við í avtaluna, at hann hevur veto-rætt, - sýtingarrætt, tá tað snýr seg um at tilnevna løgmálaráðharra og ríkisákæra, skrivar blaðið Haaretz.

Netanyahu, sum hevur sitið longst sum forsætisráðharri, varð í januar skuldsettur fyri mutur. Eygleiðarar hava spátt, at Netanyahu fór at royna at fáa enn eitt val, so hann kundi trýsta nýggja lóggávu ígjøgnum, sum kann verja hann móti skuldsetingunum.

Trý val hava verið í Ísrael í minni enn eitt ár, men einki av teimum gav nøkrum vongi greiðan meiriluta. 

Í síðsta mánað varð Grantz, púra óvæntað, valdur til formann fyri ísraelska parlamentinum, Knesset. Tá segði Gantz, at hann fór at nýta sína støðu til at royna at fáa avtalu í lag við Netanyahu um at skipa stjórn. Tað fall ikki í góða jørð hjá øllum, og flokkurin hjá Gantz á miðjuni fór í tvíningar.

Fleiri viðmerkjarar hava tosað um, at Netanyahu fór at gera sær dælt av viknaðu støðuni hjá Gantz og útskrivað enn eitt val, - tað fjóðað í eitt ár, skrivar AFP-tíðindastovan.

Men avtalan í gjár ger, at einki val verður í Ísrael nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860