Avlopið tódnar 70 mió. kr. í ár

bannari
Avlopið tódnar 70 mió. kr. í ár
BankNordik hevði 30 milliónir kr. í halli fyrsta ársfjórðing í ár
 
27.04.2020 - 16:11

Covid-19 fer at ávirka úrslitið hjá BankNordik í ár, men bankin væntar kortini at hava avlop í 2020.

Fyrsti ársfjórðingur gav 30 milliónir krónur í halli fyri skatt, men BankNordik væntar kortini framgongd í grundrakstrinum, og í løtuni verður mett, at avlopið í ár verður millum 30 og 80 milliónir kr..

Tað eru 70 milliónir minni enn upprunaliga mett.

Gongdin á virðisbrævamarknaðinum hevði við sær hall í virðisbrøvunum hjá BankNordik fyrsta ársfjórðing, tryggingarinntøkurnar minkaðu, og harumframt vórðu 25 milliónir krónur settar av ímóti tapi, sum kunnu væntast í kjalarvørrinum av koronakreppuni.

Í útvarpstíðindunum klokkan 17 verður samrøða við Árna Ellefsen, forstjóra í BankNordik, um úrslitið hjá bankanum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012