Norwegian er bjargað

Norwegian er bjargað
Norski staturin letur flogfelagnum 1,8 mia. kr. í kreppuhjálp,
Norwegian fær kreppuhjálp, sum bjargar felagnum
 
04.05.2020 - 09:33

Norska lágprísfelagið Norwegian er bjargaði undan húsagangi, tí fyri løtu síðani varð ein bjargingarætlan samtykt á eykaaðalfundi í felagnum. 

Bjargingarætlanin, sum fýra teir størstu lánsveitararnir høvdu góðkent undan eykaaðalfundinum, hevur millum annað við sær, at partar av lánum hjá Norwegian verða umløgd til partabrøv í felagnum. Tað gevur felagnum størri eginogn, sum er ein fortreyt fyri, at norski staturin vil geva felagnum fíggjarligan stuðul. Og tað er hendan bjargingarætlan, sum varð samtykt á eykaaðalfundinum, skrivar dr.dk. 

1,8 mia. kr. í kreppuhjálp

Hendan samtykt hevur við sær, at norski staturin helst fer at lata felagnum stívliga 1,8 milliardir danskar krónur í kreppuhjálp. Og tað fer at halda Norwegian oman fyri fíggjarligu vatnskorpuna árið út, skrivar danska kringvarpið. 

Norwegian hevur leingi havt fíggjarliga skert flog. Hálvan mars boðaði felagið frá, at 7.300 av tilsamans 11.000 starvsfólkum eru søgd úr starvi, og samstundis gavst felagið við 85 prosent av allari flúgving.

Ein mánað seinni fóru fýra dótturfeløg hjá Norwegian á húsagang. Og nú stríðist sjálvt móðirfelagið fyri at hóra undan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902