Fátækraváðin størstur í Sandoynni og Suðuroynni

Fátækraváðin størstur í Sandoynni og Suðuroynni
Fólk í fátækraváða hava eina miðalinntøku, sum er 60 prosent minni enn miðatlinntøkum hjá øllum fólki í landinum.
5.000 fólk í Føroyum vóru í fátækraváða í 2018
Mynd: Hagstovan  
 
22.05.2020 - 15:02

Býrt tú í teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum, eru munandi størri sannlíkindi fyri, at tú ert í fátækraváða, enn onnur fólk í landinum.

Í 2018 vóru 18,1 prosent av fólkunum í Sandoynni í fátækraváða, og 14,1 prosent av fólkunum í Suðuroynni í fátækraváða, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni.

Minst í Suðurstreymoy

Hinvegin var fátækraváðin minstur í Suðurstreymoy fyrraárið, har talið var 8,9 prosent, meðan talið í Eysturoynni var 9,2 prosent.

Verður hugt at tølunum fyri alt landið, vóru umleið 5.000 fólk í Føroyum í fátækraváða fyrraárið. Hetta svarar til gott og væl tíggjunda hvørt fólk í landinum.

Fólk, sum eru í fátækraváða, hava eina miðalinntøku, sum er 60 prosent undir miðalinntøkuni fyri øll fólk í landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860