Løgtingið: Fangar skulu hava tað betri

Løgtingið: Fangar skulu hava tað betri
Rættarnevndin hevur útbygt eitt uppskot til samtyktar frá Rósu Samuelsen og Djóna Nolsøe Joensen um Arrestina í Mjørkadali
Arrestin í Mjørkadali er bæði varðhald og fongsul
 
27.05.2020 - 09:01

Tey, sum verða dømd at vera í varðhaldi ella í fongsli, skulu hava tað betri, bæði, meðan tey sita, og aftaná. 

Tað tykist løgtingið vera samt um.

Rættarnevndin hevur útbygt eitt uppskot til samtyktar frá Rósu Samuelsen og Djóna Nolsøe Joensen um Arrestina í Mjørkadali. Tey vildu hava, at umstøðurnar har vera sum í danska fongsulsverkinum annars.

Løgtingið hevur sett tey bæði at hava eftirlit við varðhaldsfangum.

Útslúsingartilboð

Men Rættarnevndin er komin við einum broytingaruppskoti, sum eisini umfatar eitt sokallað útslúsingartilboð í sambandi við leyslating og nýtt fongsul í Føroyum. Talan er tó framvegis bara um eitt uppskot til samtyktar, um eina áheitan á landsstýrið.

Rættarnevndin sigur, at Arrestin í Mjørkadali er bæði varðhald og fongsul, hóast varðhald og fongsul eru hvørt sítt. Men tey, sum verða dømd at sita í meira enn eitt ár, verða send til Danmarkar. Hetta kann kennast sum ein eyka revsing, sigur Rættarnevndin.

Nevndin hevur fingið at vita frá Amnesty International, at varðhaldsfangar í Føroyum verða oftari avbyrgdir enn fangar í øðrum londum, tí so trongligt er í Arrestini í Mjørkadali. 

Spyrja Kriminalforsorgina

Og í Danmark vita tey um Arrestina í Mjørkadali. Tí Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, svarar Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, at hann fer at venda sær til Kriminalforsorgina um Mjørkadal. 

Og hann tekur undir við uppskotinum hjá løgmanni um, at føroysk og donsk embætisfólk viðgera fongsulsviðurskiftini í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946