Gongur væl fíggjarliga

Gongur væl fíggjarliga
Tað gekk væl hjá Sunda kommunu í fjør. Tað vísir úrslitið, nú kommunan hevur samtykt ársroknskapin fyri 2019
 
05.06.2020 - 09:28

Ársroknskapurin vísir eitt rakstraravlop á 31,4 milliónir krónur. Tað er væl meir enn metta rakstraravlopið í fíggjarætlanini fyri 2019, sum var 14,4 milliónir krónur.

Inntøkurnar í kommununi vuksu nógv í 2019. 97,4 milliónir krónur vóru í inntøkum, tað eru góðar 13 milliónir krónur meira enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2019.

Samanborið við undanfarna roknskaparár er talan um enn inntøkuvøkstur uppá 7,5 milliónir krónur ella góð átta prosent hjá Sunda Kommunu.

Íløgur fyri 43,8 milliónir

Sunda kommuna gjørdi í fjør íløgur fyri tilsamans 43,8 milliónir krónur. Bróðurparturin av hesum var brúktur uppá nýggja skúlan og ítróttarhøllina við Streymin og til ítróttarøkið við Margáir í Streymnesi.

Íløgurnar eru 13 milliónir krónur minni enn roknað var við í fíggjarætlanini, men tað kemst av, skrivar kommunan, at íløgur, sum skuldu gerast í Skúlan við Streymin, vórðu útsettar til 2020.

Sunda kommuna skrivar, at fíggjarstøðan 2019 javnvigar við 31.869 milliónum krónum. Lániskuldin var 38,5 milliónir krónur við árslok. Nettoskuldin var 22,9 milliónir krónur, ið svarar til 28 prosent av skuldarloftinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860