Heimsins besti tennisspælari fingið koronavirus

Heimsins besti tennisspælari fingið koronavirus
Novak Djokovic, sum er fremstur á altjóða styrkislistanum í tennis, hevur fingið staðfest Covid-19
Novak Djokovic hevur fingið koronavirusið eftir kapping í Kroatia
 
23.06.2020 - 14:01

Heimsins besti tennisspælari í løtuni, Novak Djokovic, hevur fingið koronavirus.

Tað skrivar BBC.

Hann hevur fingið staðfest Covid-19 eftir luttøku í Adria Tour tenniskappingini.

Kapping uttan tilmæli

Funnist hevur verið at kappingini í Kroatia, har spælt hevur verið fyri fullum leikvøllum og uttan frástøðutiltøk. 

Tríggir aðrir spælarar í kappingini, Grigor Dimitrov, Borna Coric og Viktor Troicki, hava eisini fingið staðfest virusið. 

Teir hava tikið lut saman í øðrum tiltøkum kring sjálva kappingina so sum fótbólti og kurvabólti og eru eisini avmyndaðir í náttarlívinum.

Harðar atfinningar

Skotski tennisleikarin, Andy Murray, segði, at støðan skal verða "ein lærupeningur", meðan avstraliumaðurin, Nick Kyrgios, segði, at tað var burturvið at gera av at spæla kappingina. 

Ongar ATP-tenniskappingar hava verið síðan februar, og kappingin í Kroatia er ein hin fyrsta, sum hevur verið síðan koronavirusið steðgaði mestsum øllum ítrótti.

Novak Djokovic, sum hevur vunnið 17 Grand Slam kappingar, segði seg vera keddan av støðuni.

 - Eg vóni ikki, at nakar fær álvarsligar heilsutrupulleikar av hesum, og at øll koma væl fyri seg aftur, segði hann sambært The Independent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846