ÍVB skal á vitjan í Gundadali

ÍVB skal á vitjan í Gundadali
HB tekur ímóti ÍVB í helst mest spennandi dystinum í fjórðingsfinalunum í steypakappingini við kvinnum. Lutakast var í 3-2 í kvøld
HB tekur ímóti ÍVB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini
 
07.07.2020 - 21:04

Nummar fýra og fimm í landskappingini bresta saman í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. 

Tað er greitt eftir lutakastið í 3-2 í kvøld. HB fekk heimavøll móti ÍVB.

EBS/Skála tekur ímóti NSÍ, og 1. deildarfelagið, 07 Vestur, fær vitjan av B36. 

Føroyameistarin, KÍ, skal á vitjan hjá vinnaranum av dystinum í 1. umfari, sum verður spælt 19 juli. Í tí dystinum tekur AB/B71 ímóti TB/FC Suðuroy/Royn, so tað var eitt trupult lutakast fyri 1. deildarfeløgini.

Steypakappingin, kvinnur:

1. umfar (19. juli):
AB/B71 - TB/FC Suðuroy/Royn

Fjórðingsfinalur (28 oktober):
07 Vestur - B36
EBS/Skála - NSÍ
HB - ÍVB
Vinnarin av AB/B71 - TB/FC Suðuroy/Royn - KÍ

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860