USA tekur seg úr WHO

USA tekur seg úr WHO
Amerikanska stjórnin hevur formliga boðað Sameindum Tjóðum frá, at landið fer úr Heimsheilsustovninum í juli 2021
USA steðgar øllum inngjøldum til WHO í apríl. Forsetin, Donald Trump, hevur í dag kunnað kongresslimirnar
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
08.07.2020 - 15:03

Forsetavalevnið hjá Demokratunum, Joe Biden, sigur, at eitt tað fyrsta, hann fer at gera sum forseti, er, at broyta avgerðingar hjá Donald Trump, forseta, um at fara úr heimsheilsustovninum, WHO.

Amerikanarar eru tryggari, tá USA er við til at styrkja alheims heilsustøðuna. Fyrsta dagin, sum forseti, fara eg í WHO aftur og endurreisi leiðsluna hjá okkum í heiminum, sigur Biden á Twitter.

Amerikanska stjórnin boðaði í gjár ST formliga frá, at landið fer úr WHO í juli næsta ár. Uppsagnartíðin er eitt ár, og tað merkir, at WHO missir størstu stuðulsveitandi tjóðina.

Til 1. juli 2021 skal USA tó halda sínar fíggjarligu skyldur, skrivar ST. Trump boðaði í mai frá, at hann fór at taka USA úr Heimsheilsustovninum, og legði samstundis WHO undir ikki at hava hildið sínar skyldur undir koronufarsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902