ES-leiðarar samdir um milliardir til raktu londini

bannari
ES-leiðarar samdir um milliardir til raktu londini
Stjórnarleiðararnir í ES eru vorðnir samdir um eina søguliga stóra fíggjaravtalu, ið skal hjálpa ES-londunum úr koronukreppuni
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, og Charles Michel, formaður í Evroparáðnum, geva hvørjum alboga á tíðindafundi í morgun
Mynd: AP  
 
21.07.2020 - 07:52

ES-stjórnarleiðararnir eru komnir ásamt um, hvussu koronu endurreisingargrunnurin skal síggja út, eftir at hava tingast í fýra samdøgur, skrivar BBC. 

Semjan hevur við sær, at samveldið bjóðar umleið 5.500 milliardir í stuðli og lánum fyri at hjálpa londum at koma fyri seg eftir koronukreppuna. 

 >> SÍ EISINI Sendikvinna: Ósemjan pilkar við ES-grundvøllin

Samráðingarleiðarin, Charles Michel, sigur, at semjan er avgerandi fyri Evropa, meðan franski forsetin, Emmanuel Macron, kallaði semjuna søguliga.

Samráðingarnar byrjaðu fríggjadagin, og ósemja var skjótt millum tey londini, sum vórðu harðast rakt av koronu, eitt nú Spania og Italia, og tey, sum óttaðust fyri kostnaðinum av hjálpargrunninum, til dømis Danmark og Holland.

Kjarnin í endurreisingargrunninum er ein stuðulsupphædd uppá góðar 3.000 milliardir, ið skal nýtast sum stuðul til tey limalondini, sum eru harðast rakt av koronu. Semja var eisini funnnin um sjey ára fíggjarætlanina hjá ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902