Meira enn 15 milliónir smittað

bannari
Meira enn 15 milliónir smittað
Talið av COVID-19 smittaðum í øllum heiminum er nú farið upp um 15 milliónir fólk. Flestu tilburðirnir eru í USA
Í USA eru nú staðfestir næstan fýra milliónir COVID-19 tilburðir. Her ein kanningarstøð í Franklin, Tennesssee
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
23.07.2020 - 08:11

Fleiri enn 15,2 milliónir fólk kring heimin hava nú fingið koronusmittuna, og 623.443 fólk eru deyð við koronusmittuni í sær.

Tað vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University, ið savnar saman almenn hagtøl frá heilsumyndugleikunum í øllum heimsins londum.

Fýra milliónir tilburðir í USA

USA, Brasilia, India og Russland eru londini við flestum koronutilburðum. Í Brasil staðfestu heilsumyndugleikarnir, at dagurin í gjár var hin ringasti við koronu.

Síðsta samdøgrið eru stívliga 68.000 fólk í Brasil testað positiv fyri koronu, og tað er tað mesta nakrantíð.

Í USA eru nú 3.970.908 tilburðir av COVID-19 staðfestir, og 143.190 fólk eru deyð við smittuni í sær, vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860