Kanna ferðandi til 14. august

bannari
Kanna ferðandi til 14. august
Landið ber framvegis kostnaðin, og ferðandi skulu tí ikki rinda fyri kanningina
Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar
 
27.07.2020 - 15:11

Leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya halda fram óbroyttar. Øll ferðandi, sum koma til landið, skulu framvegis lata seg kanna, til 14. august 2020.

Landið ber kostnaðin, og ferðandi skulu tí ikki rinda fyri kanningina, tá ferðast verður til Føroya.

Tað boðar Heilsumálaráðið frá í dag. 

Ferðandi eiga framvegis at fara beinleiðis í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Vanliga er hetta sama kvøld, og í seinasta lagi á middegi dagin eftir.

Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar, til 14. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860