Umboðsmaðurin fekk 72 kærur í fjør

Umboðsmaðurin fekk 72 kærur í fjør
Løgtingið er biðið um at góðkenna ársfrágreiðingina frá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2019.
Sólja í Ólavsstovu gevst sum Løgtingsins umboðsmaður á nýggjárinum
 
04.09.2020 - 11:31

Formansskapurin hjá løgtinginum hevur lagt uppskot til samtyktar um ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Hetta er 19. ársfrágreiðingin, sum umboðsmaðurin hevur latið løgtinginum.

Í 2019 fekk umboðsmaðurin 72 klagur, 59 teirra vórðu avgreiddar fyri nýggjár. Harumframt vórðu avgreiddar 18 klagur frá undanfarnum árum.

Umboðsmaðurin tók upp tvey mál av egnum ávum, annað varð avgreitt í fjør og harafturat tvey slík mál frá undanfarnum árum.

Ein fráboðan 

Um niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni er, at umsitingin hevur framt álvarsligt mistak ella vansketni, skulu formansskapurin í løgtinginum, løgmaður, avvarðandi landsstýrisfólk og/ella kommunustýri hava boð um tað.

Ein slík fráboðan varð latin løgtinginum í fjør.

Umboðsmaðurin skal eisini boða løgtinginum og avvarðandi landsstýrisfólki frá, um funnin eru lýti í galdandi lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum. Eingin slík fráboðan er latin løgtinginum í 2019.

Løgtingið skal velja nýggjan Umboðsmann í heyst, tí Sólja í Ólavsstovu gevst á nýggjárinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860