Bilstuldur og eldásetan

17.10.2020 - 10:51
Aktuelt112
Bilstuldur og eldásetan
Løgreglan skuldsettir í gjár tveir ungar mans fyri bilstuldur og at koyra uttan koyrikort
 

Tvær ferðirnar í gjár handtók løgreglan ungar mans, ið høvdu stolið bilar og koyrt uttan koyrikort. Fyrru ferðina var fyrrapartin í gjár, tá løgreglan steðgaði einum bili í Havn.

Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og bleiv viðkomandi tí biðin um at blása í ballónina. Og kanningin vísti, at promillan var ov høg.

Tá løgreglan kannaði málið víðari gjørdist greitt, at viðkomandi ikki hevði aldur til at koyra bil, og at viðkomandi koyrdi bilin hjá einum vinmanni.

Tá hann gjørdi tað uttan at hava spurt vinmannin um loyvi, bleiv hann skuldsettur fyri brúkstjóvarí, at koyra uttan koyrikort og rúsdrekkakoyring.

Stuldur í Suðuroynni

Og beint eftir middagsleitið kom ein fráboðan úr Suðuroynni, at ein bilur var stolin.

Men hann var ikki leingi burtur, tí stutt eftir fráboðanina fann løgreglan bilin nærhendis Øravík. Bilurin var tá koyrdur út av vegnum.

Løgreglan á oynni gjørdi nakrar avhoyringar í málinum, sum førdi til, at ein ungur maður bleiv skuldsettur fyri at hava stolið bilin. Og tá viðkomandi var undir 18 ár, bleiv hann eisini skuldsettur fyri at koyra uttan koyrikort.

Roykur úr eldstaði

Løgreglan fekk eisini tvær fráboðanir um eldsbrunar í gjár.

Fyrra fráboðanin var um átta tíðina í gjárkvøldið, tá ein persónur boðaði frá, at viðkomandi luktaði eld og helt seg síggja royk koma frá dagstovninum Birkilund við Hoyvíkstjørn í Havnini.

Fólk frá løgregluni fór á staðið, og kundu har staðfesta, at roykurin stavaði frá einum eldstaði nærhendis dagstovninum. Onkur hevði roynt at sløkt eldin við hoyggi, og var tað orsøkin til nógva roykin.

Eldstaðið var kortini so mikið langt frá dagstovninum og øðrum bygningum, at løgreglan metti ikki, at nakað illgrunasamt var við tí.

Smádreingir

Tveir tímar seinni, um tíggju tíðina, fekk løgreglan aftur eina fráboðan um eld í høvuðsstaðnum. Hesaferð við síðuna av einari bingju á Skálatrøð.

Talan var um seks ella sjey smádreingir, ið høvdu roynt at fest eld í órusk, ið lá upp móti bingjuni.

Sambært vakthavandi var eingin beinleiðis vandi á ferð, men tosar løgregluni í dag við foreldrini og barnaverndina um málið.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja 311020
115613
Leygardag 31. oktober
UFO Kjallarin og Fort Benning
115612
Leygardag 31. oktober
Morgunlestur leygardagur 31.oktober 2020
115366
Fríggjadag 30. oktober
Nón 30. oktober 2020
115591
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
Línumenn (2:3)
115501
Týsdag 27. oktober
Atlantshavið (2:3) - Fjøllini í dýpinum
115572
Mánadag 26. oktober
3-2
115334
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Símuni Hansen
115260
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju
115261