31 bilar hava mist nummarplátuna

31 bilar hava mist nummarplátuna
Hósnáttina var løgreglan úti í høvuðsstaðarøkinum og í norðurøkinum, Eysturoynni og Norðoyggjum, eftir plátum. 31 bilar mistu nummarplátuna.
 
19.04.2024 - 10:25

Í nátt mistu 31 bilar aftrat nummarpláturnar.

Tað var í høvuðsstaðarøkinum og í norðurøkinum, Eysturoynni og Norðoyggjum, at politiið var eftir plátum.

Herfyri læt Akstovan politinum 684 mál um vegskattaeftirstøður. 

Orsøkin er, at bileigararnir ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár. 

Kann bileigarin ikki vísa kvittan fyri goldnan vegskatt, tekur politiið nummarpláturnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418