Skulu fáa viðbót aftrat grundlønini

Skulu fáa viðbót aftrat grundlønini
Arbeiðsgevarar mæla til, at viðbótin til fólk í tillagaðum starvi, skal ikki ávirka útgjaldið frá Almannaverkinum
Arbeiðsgevararnir gera nú eisini viðmerkingar til ætlanina um at broyta lógina um tillagað starv
 
21.10.2020 - 08:57

Føroya arbeiðsgevarafelag hevur nú eisini gjørt vart við seg í sambandi við ætlanina hjá landsstýrinum at broyta lógina um tillagað starv.

Felagið sigur millum annað, at neyðugt er at tryggja, at broytingin ikki brýtur ST-sáttmálan um tey, sum bera brek.

Annars sigur felagið, at arbeiðsgevarar eiga at kunna geva fólk viðbót aftrat grundlønini, uttan at hetta ávirkar útgjaldið frá Almannaverkinum.

Grundlønin er ásett í minstasáttmála.

Síðani kunnu arbeiðsgevarar samráðast við løntakaran um viðbøtur og aðrar ágóðar. 

Løna eftir førleika

Tað styrkir kappingarførið, at arbeiðsgevarar kunnu løna fólki eftir førleikum, royndum, arbeiðsuppgávum og ábyrgd, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Føroya arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at fólk, sum hava tillagað starv, kunnu fáa viðbót afturat grundlønini, uttan at hetta ávirkar útgjaldið frá Almannaverkinum.

Føroya arbeiðsgevarafelag átalar enn einaferð staðiliga, at broytingaruppskot verða løgd fyri løgtingið, uttan at hava verið til hoyringar fyrst.

Lógaruppskotið hjá Almannamálaráðnum er, at markið fyri ískoyti frá Almannaverkinum til fólk, sum hava tillagað starv, minkar 2.100 krónur um mánaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946