Freistin at mótmæla byggisamtykt endar í dag

Freistin at mótmæla byggisamtykt endar í dag
Tórshavnar býráð hevur samtykt nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, tí ætlanin er at byggja matstovu har
Gist og Vist ætlar at byggja matstovuna Koks við Fossdalsgjógv
 
15.02.2021 - 11:05

Freistin at mótmæla, ella at koma við broytingaruppskotum í sambandi við, at nýggja serstaka byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv við Velbastað skal broytast, endar í dag.

Tórshavnar býráð samtykti 17.desember í fjør uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt, tí Gist og Vist ætlar at byggja matstovuna Koks við gjónna.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina verður síðani saman við mótmælum og broytingaruppskotum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýrismannin í kommunumálum, Helga Abrahamsen. 

Hann tekur síðani avgerðina um byggisamtyktina. 

Friðingarmyndugleikarnir hava ikki viðgjørt málið enn. 

Málið um ætlaðu byggingina við Fossdalsgjógv er kært til Umhvørvisstovuna.

Tað hevur bóndin, sum hevur hagan, gjørt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444