Norðurkorea givið avboð til OL

Norðurkorea givið avboð til OL
Fyrsta landið hevur nú givið avboð til leikirnar, sum ætlandi byrja 23. juli
 
06.04.2021 - 08:44

Nú hevur tað fyrsta landið boðað frá, at tey ikki luttaka á Olympisku leikunum, sum eftir ætlanini skulu vera í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo, í summar. 

Tað er Norðurkorea, sum nú hevur boðað frá hesum. Orsøkin er, at Norðurkorea vil verja síni ítróttarfólk móti koronufarsóttini, skrivar BBC.

Stýrið í Pyongyang vil vera við, at ongir tilburðir av koronuvirusinum eru í Norðurkorea, men serfrøðingar halda tó sambært BBC, hetta er ivasamt.

Olympisku leikirnir byrja eftir ætlanini fríggjadagin 23. juli, og leikirnir vara til sunnudagin 8. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946