USA: 160 mió. skulu vera koppsett tjóðardagin

bannari
USA: 160 mió. skulu vera koppsett tjóðardagin
Forsetin hevur gjørt nýggja koppsetingarætlan
Joe Biden, forseti ætlar, at 70 prosent av øllum amerikanarum skulu vera liðugt koppsett fyri tjóðardagin, 4. juli
 
05.05.2021 - 11:05

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur kunngjørt eina nýggja tíðarætlan fyri koppsetingina í USA. Ætlanin er, at 70 prosent av øllum amerikanarum skulu hava fingið í øllum førum fyrra prikið fyri tjóðardagin, 4. juli.

Tað upplýstu Hvítu húsini í gjár, skriva Ritzau og Reuters. Sama dag skulu í minsta lagi 160 milliónir vaksin fólk í USA vera liðugt koppsett fyri COVID-19.

Tað svarar til umleið helmingin av øllum fólkunum í landinum, har tað búgva umleið 331 milliónir fólk. Í farnu viku vóru 101 millión fólk í USA - svarandi til 30,5 prosent - liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860