Jóna og Bergur vald í læraranevndina

Jóna og Bergur vald í læraranevndina
Jóna Højsted varð afturvald í nevndina hjá Føroya lærarafelag
Jóna Højsted varð fyrstvald á nevndarvalinum hjá Lærarafelagnum í gjár.
Mynd: Lærarafelagið.  
 
09.05.2021 - 10:38

Jóna Højsted og Bergur Samuelsen vórðu vald í nevndina í Lærarafelagnum á aðalfundinum í gjár.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali hesaferð. 

Jóna Højsted, sum hevur verið í nevndini í nøkur ár, stillaði uppaftur, men tað gjørdi Carl Eli Nolsøe Samuelsen ikki. 

Tríggir stillaðu upp

Harafturat stillaðu Bergur Samuelsen, Jónleif Johannesen og Jákup av Skarði upp.

Jóna Højsted fekk 111 atkvøður, Bergur Samuelsen 99, Jónleif Johannesen fekk 68 og Jákup av Skarði 32 atkvøður.

Uppskot var um at broyta viðtøkurnar hjá felagnum, so læraralesandi kunnu gerast limir í felagnum í fyrsta lestrarári.

Tey hava kunnað tekna seg sum lim annað árið, tey lesa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098