Koppingarevni bjarga lívum

Koppingarevni bjarga lívum
Ein kanning hjá Yale universitetinum staðfestir, at koppsetingarætlanin í USA hevur bjargað 279.000 mannalívum
 
14.07.2021 - 08:44

Amerikanska átakið fyri at koppseta fólk fyri koronu, hevur bjargað 279.000 mannalívum og hevur forðað fyri at 1,25 milliónir fólk hava havt fyri neyðini at fara á sjúkrahús.

Tað vísir ein kanning sum Yale universitetið hevur gjørt, skrivar NTB.

- Koppingarevnið hevur roynst væl fyri koronu, og hevur forðað fyri at smittan breiðir seg, sigur Alison Galvani, sum samanvið øðrum gjørdi kanningina. Hon er professari og leiðari á smittudeildini á Yale universitetinum.

Hon viðgongur kortini, at Deltaslagið av virusinum kann broyta myndina um ikki fleiri lata seg koppseta, og hon minnir á, atumfarssóttin framvegis er í hæddini.

- So leingi sum ikki fleiri fólk í USA eru koppsett, er vandi fyri at fleiri fara at doyggja av koronu. Vandin er ikki av, og nógv arbeiði er eftir at gera, sigur Alison Galvani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860