Strandarlondini taka undir við ICES-tilmælinum

Strandarlondini taka undir við ICES-tilmælinum
Semja er um heildarveiðuna, men ikki um, hvussu nógv hvørt landið kann fiska
Strandarlondini taka undir við tilmælinum frá ICES um heildarkvotuna fyri uppsjóvarfisk næsta ár. Fyrst í komandi ári verður farið at tingast um býtið.
 
29.10.2021 - 09:33

Strandarlondini eru samd um, hvussu nógvur uppsjóvarfiskur kann fiskast næsta ár.

Men tey eru ikki samd um, hvussu nógv, hvørt landið kann fiska.

Eftir samráðingar í London í tvær vikur, eru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland samd um, at í mesta lagi 752.736 tons av svartkjafti, 598.588 tons av norðhavssild og 794.920 tons av makreli kunnu fiskast í 2022.

Hetta er tað sama, sum ICES mælti til herfyri.

Samráðast um býtið næsta ár

Samráðingarnar um býtini byrja fyrst í komandi ári. Tá hava Føroyar formansskapin í samráðingunum um svartkjaft.

Strandarlondini eru eisini samd um at seta vísindaligar bólkar at savna alt taltilfar um havrannsóknir og fiskiskap viðvíkjandi makreli og svartkjafti, eins og longu verður gjørt viðvíkjandi norðhavssildini.

Føroyar og Bretland byrja árligu samráðingarnar um sínámillum fiskirættindi í Havn 23. og 24.november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV