Mæla frá at geva byggiloyvi við Áir

Mæla frá at geva byggiloyvi við Áir
Fíggjarnevndin hjá Sunda býráði mælir frá at geva byggiloyvi við Áir, tí kommunan hevur aðrar ætlanir við økinum. Tað skal blíva eitt maritimt savnsøki
Savnsmynd
 
29.11.2021 - 09:19

Umsóknir eru frá Vinnuháskúlanum og frá Kaj Andreasen og kompaní um at byggja við Áir.

Vinnuháskúlin ætlar at byggja eina høll á leigaða økinum, sum skúlin hevur við Áir.

Høllin skal vera 700 fermetrar.

Hon skal brúkast til Trygdardepilin, sum kann flyta í hana.

Trygdardepilin er nú við Hvalastøðina.

Kaj Andreasen og kompaní hava leigað eitt øki við Áir til goymslu síðani 2010.

Nú er ætlanin at byggja eina høll á økinum.

Býráðið í Sunda kommunu skal viðgera umsóknirnar um byggiloyvini í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444