Summarfestivalurin verður 4. til 6. august

Summarfestivalurin verður 4. til 6. august
"Vit treingja øll til ein góðan Summarfestival, og vit vilja gera okkara til, at hetta kann lata seg gera í 2022", sigur Erik Biskopstø, stjóri, í tíðindaskrivi
Summarfestivalurin verður 4. til 6. august næsta ár
Mynd: Summarfestivalurin  
 
17.12.2021 - 09:45

Summarfestivalurin 2022 verður í døgunum 4. til 6. august.

Hetta boða fyrireikararnir nú frá.

Eingin Summarfestivalur var í fjør og í ár orsakað av koronu, men fyrireikararnir siga seg ikki hava mist vónina og ætla at hava festivalin aftur næsta ár.

"Vit treingja øll til ein góðan Summarfestival, og vit vilja gera okkara til, at hetta kann lata seg gera í 2022", sigur Erik Biskopstø, stjóri í Summarfestivalinum, í tíðindaskrivi.

"Hesi seinastu tvey árini hava verið tung fyri tey, ið skipa fyri mentanartiltøkum, men tað er umráðandi, at vit ikki gevast á hondum, men vilja virka fyri, at vit aftur fáa tey stóru og góðu summartiltøkini á skrá í Føroyum", sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418