Koronapassið sett úr gildi í Føroyum

bannari
Koronapassið sett úr gildi í Føroyum
Landsstýrið hevur í dag avgjørt at broyta tilmælini soleiðis, at mælt verður ikki longur til at brúka koronapassið
Koronapassið verður nú sett úr gildi í Føroyum
 
10.01.2022 - 18:06

Eftir áheitan frá landsstýrinum, hevur Farsóttarnevndin í dag viðgjørt spurningin um brúk av koronapass innlendis í Føroyum.

Tilmælið frá Farsóttarnevndini til landsstýrið er greitt: tað er ikki longur heilsufakligt grundarlag fyri at brúka koronapass innlendis í Føroyum.

Landsstýrið hevur tískil tikið avgerð um, at frá í dag av verða tilmælini broytt, soleiðis at mælt verður ikki longur til brúk av koronapassi.

 

Skal framvegis nýtast til ferðing

Koronapassið skal tó framvegis nýtast til ferðir uttanlands. Mælt verður nú til at í mesta lagið 100 fólk samlast.

“Eg havi alla tíðina sagt, at eg ætli mær ikki at mæla til brúk av koronapass ein dag longur enn neyðugt. Tí fegnist eg um, at vit í dag kunnu fara burtur frá hesum. Samstundis vil eg leggja dent á, koronasmittan framvegis ger nógv um seg, Tí er týdningarmikið at fólk eru ansin, lata seg kanna, um tey kenna sær okkurt og lata seg koppseta við 3. prik,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindaskrivi. 

 

Eingin exit-strategi

Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur Farsóttarnevndin eisini viðgjørt eina møguliga exit-strategi fyri koronahandfaringina.

Farsóttarnevndin hevur upplýst, at enn er vitanin um Omikron ov avmarkað, og tí ber ikki til at koma við einari nágreiniligari exit-strategi enn.

Harumframt hevur Farsóttarnevndin viðgjørt sóttarhaldsreglurnar. Væntandi kemur Farsóttarnevndin við kunning um tillagingar í  sóttarhaldsreglunum seinni í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418