Linka krøvini til eftirskúlar

Linka krøvini til eftirskúlar
Royndirnar vísa, at tað er at kalla ógjørligt at hava so nógvar næmingar, sum lógin sigur, og nú er ætlanin at broyta lógina
Næmingar á eftirskúlanum í Skálavík. Uppskot er gjørt um at linka krøvini til eftirskúlar.
 
25.01.2022 - 11:20

Kravið til næmingatalið hjá eftirskúlum skal gerast linari.

Royndirnar vísa, at tað er at kalla ógjørligt at hava so nógvar næmingar, sum lógin sigur.

Vanligt er tí at geva undantak.  

Verður lógaruppskotið samtykt, skal myndugleikan meta, um næmingagrundarlagið er nøktandi, áðrenn myndugleikin endaliga góðkennir skúlan.

Sleppa kravinum um ávíst næmingatal

Lógaruppskotið sigur, at kravið um, at skúlin hevur eitt ávíst næmingatal longu eitt ár frammanundan skúlabyrjan, verður slept. 

Kravið um eitt ávíst næmingatal eftir trimum árum verður somuleiðis slept, tí tað er so at siga ómøguligt hjá eftirskúlum at hava 48 næmingar eftir trimum árum, um skúlin bara hevur ein 10. flokk, sum fer úr skúlanum, tá skúlaárið endar.

Kravið, sum er galdandi nú, svarar til áleið tríggjar flokkar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283