Hava borað ein fjórðing av tunlunum norður um Fjall

Hava borað ein fjórðing av tunlunum norður um Fjall
Starvsfólk hjá Articon fingu tunnilskaku í gjár í sambandi við, at nú er ein fjórðingur av tunlunum norður um Fjall boraður
Tunlarnir norður um Fjall skulu verða lidnir í 2024
 
03.02.2022 - 07:04

Tað gongur væl at bora tunlarnar norður um Fjall.

Nú er ein fjórðingur av tunlunum boraður, og tí fingu starvsfólk góða tunnilskøku í gjár. 

Fyrsta skotið til tunlarnar norður um Fjall varð latið av 30. september í fjør.

 

Skulu vera lidnir í 2024

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin umleið 2200 metrar. Harumframt eru vegir til tunlarnar.

Løgtingið hevur játtað tilsamans 522 milliónir kr. til báðar tunlarnar norður um Fjall, sum skulu verða lidnir á heysti í 2024.

Báðir tunlarnir verða boraðir úr Árnafirði.

Byggifelagið Articon ger arbeiðið, og arbeitt verður alt samdøgrið.
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537