Triðingur av heimsins mati endar sum rusk

Triðingur av heimsins mati endar sum rusk
Av hesum triðingi er helmingurin matburturkast frá húsarhaldum
 
14.04.2022 - 15:19

Ein góður triðingur av heimsins lendi verður nýttur til at framleiða antin fólkamat ella fóður til kríatúr. Men samstundis fer ein triðingur av matinum til spillis. Sumt fer fyri einki, áðrenn matvørurnar koma á marknaðin, og annað endar sum burturkast hjá handlum mog matstovum, men uppaftur meira fer í ruskspannina heima hjá fólki, tí helmingurin av matburturkastinum er frá húsarhaldum.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna í sambandi við umhvørvisvikuna 30. apríl til 7. mai, har kommunan setir sjóneykuna á matoyðsl og á, hvussu slepst undan, at matur endar sum rusk. 

Vikan byrjar við einum plantu- og matmarknaði, og síðani eru tiltøk, ið hava til endamáls gera okkara matarskipan burðardyggari. Eitt nú verður skipað fyri verkstovum, ið snúgva seg um stuttflutt kjøt og um goymsluhættir. Til dømis, hvussu vit sjálvi kunnu salta og fermentera rávøru.

Latin verður ein umhvørvisvirðisløn, nevnd Grøna Gávan, og somuleiðis verður kunngjørt, hvørjar verkætlanir fáa umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Sunnudag 26. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555